Høli til øll høvi

Fyri endan húsanna millum er sjálv gjógvin. Har er ein trappuuppgongd, sum tykist hanga í leysari luft, tí hon er sum bygd inn í gjónna. Henda trappa leiðir tykkum niður og upp í tey ymisku hølini.

Fiskakjallarin

120 fólk til móttøku

Skal móttøkan verða nakað heilt serligt? Ella hvussu við einari intim-konsert? So er Fiskakjallarin við sínum ráa og autentiska úttrykki rætta staðið.

Pakkirúmið

90 fólk til borðs
140 fólk til móttøku
90 fólk í stólarekkjum

Pakkirúmið hóskar seg til smærri ráðstevnur og størri fundir. Ein svali við útsýni yvir gjónna og alt Miðvágslandið fer beinleiðis úr hølinum.

Norðara turkikamar

8 fólk til borðs
Kann knýtast í Turkiloftið

Norðara turkikamar er eitt smærri fundarhøli á ovastu hædd. Kann knýtast saman við Turkiloftinum.

Øll hølini hava uppvørpu, flip-over, whiteboard og tráðleyst net.

Ring til Jónleyg á 250 600
ella skriva til fiskastykkid@fiskastykkid.fo
um tú vilt leiga høli.

á skránni  á skránni  á skránni  á skránni
Onki er á skránni beint nú …
Men her man koma okkurt skjótt.
Meðan tú bíðar kanst tú vitja okkum á Facebook
ella Instagram og síggja hvat vit annars rokast við.

Pakkhús, høsnarhús, óbýli, bila-kirkjugarður … og pakkhús

Tað var ikki klokkan, ið gjørdi av, nær fólk skuldu koma til arbeiðis úti á Gjógv; men veður og vindur. Uppi á TURKILOFTINUM er eitt lítið vindeyga, ið vendir heim ímóti bygdini. Haðani var flaggað við hvítum flaggi at boða frá, tá ið tað var nakað arbeiði. Tá sást stór fjøld av fólki leita sær út á Gjógv. Á einum góðum degi var dagslønin einar 25 krónur.

Í byrjanini varð allur fiskur turkaður úti á fiskastykkinum. Men tá ið pakkhúsið bleiv bygt út seinni, bar eisini til at turka uppi á TURKILOFTINUM. Her var nevniliga ein motorur, sum dreiv eina viftu, ið blásti heita luft.

Tá ið fiskurin var turkaður og vorðin til klippfisk, varð hann vigaður og pakkaður við stemplinum FAROE FISH.

Síðani kom ein dampari eftir fiskinum, og varð hann seldur til Spania, Portugal og Italia.

Pakkhúsið eigur eitt serligt stað í hjartanum í Sandavágsfólki, og søgurnar eru nógvar. Síðani fiskaframleiðslan helt uppat, hevur mangt annað virksemi verið her. Í hesum hølum hava 2000 hønur búð, tá ið eggframleiðsla einaferð í tíðini var her. Og ung sandavágsfólk goymdu seg her at tekna grafitti – "listaverkini" prýða hølini enn. Og, hóast ilt at ímynda sær í dag, so var einaferð vanligt at tveita gomul bilvrak niður í gjónna.

Annars er lítið og einki broytt. Hølini eru sett í stand, gamaní, men virksemið – tað er her enn. Bygdarfólkið er her enn. Fyrstafloks fisk fært tú enn. Jú, søgan livir enn
---- her í pakkhúsinum úti á Gjógv.