
Høli til øll høvi
Fyri endan húsanna millum er sjálv gjógvin. Har er ein trappuuppgongd, sum tykist hanga í leysari luft, tí hon er sum bygd inn í gjónna. Henda trappa leiðir tykkum niður og upp í tey ymisku hølini.

Fiskakjallarin
Skal móttøkan verða nakað heilt serligt? Ella hvussu við einari intim-konsert? So er Fiskakjallarin við sínum ráa og autentiska úttrykki rætta staðið.

Pakkirúmið
Pakkirúmið hóskar seg til smærri ráðstevnur og størri fundir. Ein svali við útsýni yvir gjónna og alt Miðvágslandið fer beinleiðis úr hølinum.


Norðara turkikamar
Norðara turkikamar er eitt smærri fundarhøli á ovastu hædd. Kann knýtast saman við Turkiloftinum.

Ring til Jónleyg á 250 600
fyri at leiga høli

Flytifólk (FO)

Flytifólk (FO)
Flytifólk er bólkur við 4 tónleikarum, sum allir eru fluttir til Føroya úr ávikavist Bretlandi, Týsklandi og Danmark. Tey spæla tónleik, sum eyðkennir tónleikaran á ferð so sum Klezmer tónleik úr Eystuevropa, brúðleypstónleik úr Balkan og løg hjá flakkandi Romani sigoynarum. Hesin tónleikurin dregur fram í ljósið, hvussu mentanarin hava møtst og ávirkað hvørja aðra, langt áðrenn modernaða alheimsgerðin mentist.
Á konsertini hoyra vit eisini nýggj løg, sum limir í bólkinum hava skrivað.
Flytifólk:
Daniel Rye (klarinett)
Anna Hüdepohl (accordion)
Torleik Mortensen (bass)
James Goodwin (slagverk)

Dania O. Tausen (FO)

Dania O. Tausen (FO)
Dania O. Tausen er eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum. Ein sangari, sangskrivari og rithøvundur, sum elskar at úttrykkja seg við tí føroyska málinum. Hon útgav sína fyrstu útgávu í 2021, men fer at framføra bæði nýggj og eldri løg í 2023, við bólkinum hjá sær.
Dania O. Tausen (sang)
Benjamin Djurhuus (gittar)

Lív og Tróndur (FO)

Lív og Tróndur (FO)
Lív og Tróndur – ein føroysk duett sum hava sungið saman síðani 2011. Tónleikurin tey framføra er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma altíð við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar smelta saman í eina symbiosu. Tónleikurin er bleytur, melankolskur men hevur eisini ein puls. Lív og Tróndur hava sítt heilt egna serstaka ljóð, og tá tey framføra, er lætt at ímynda sær Norðuratlants havið, grønar fjallatindar og ein vátan dag í mjørka og regni. Lív og Tróndur hava spælt nógvar konsertir uttan fyri Føroyar eisini seinastu árini. Tey hava bæði framført í Milano, Barselona, Íslandi, Svøríki, Noregi og Danmark. Í løtuni arbeiða tey við nýggjum tónleikatilfari.
Lív Næs (sang, gittar)
Tróndur Enni (sang, gittar)

Lea Kampmann (FO)

Lea Kampmann (FO)
Lea Kampmann (sang, gittar)
Per Bloch (sang, gittar)
Vinjar (keyboard)
Pakkhús, høsnarhús, óbýli, bila-kirkjugarður … og pakkhús
Tað var ikki klokkan, ið gjørdi av, nær fólk skuldu koma til arbeiðis úti á Gjógv; men veður og vindur. Uppi á TURKILOFTINUM er eitt lítið vindeyga, ið vendir heim ímóti bygdini. Haðani var flaggað við hvítum flaggi at boða frá, tá ið tað var nakað arbeiði. Tá sást stór fjøld av fólki leita sær út á Gjógv. Á einum góðum degi var dagslønin einar 25 krónur.
Í byrjanini varð allur fiskur turkaður úti á fiskastykkinum. Men tá ið pakkhúsið bleiv bygt út seinni, bar eisini til at turka uppi á TURKILOFTINUM. Her var nevniliga ein motorur, sum dreiv eina viftu, ið blásti heita luft.
Tá ið fiskurin var turkaður og vorðin til klippfisk, varð hann vigaður og pakkaður við stemplinum FAROE FISH.
Síðani kom ein dampari eftir fiskinum, og varð hann seldur til Spania, Portugal og Italia.
Pakkhúsið eigur eitt serligt stað í hjartanum í Sandavágsfólki, og søgurnar eru nógvar. Síðani fiskaframleiðslan helt uppat, hevur mangt annað virksemi verið her. Í hesum hølum hava 2000 hønur búð, tá ið eggframleiðsla einaferð í tíðini var her. Og ung sandavágsfólk goymdu seg her at tekna grafitti – "listaverkini" prýða hølini enn. Og, hóast ilt at ímynda sær í dag, so var einaferð vanligt at tveita gomul bilvrak niður í gjónna.
Annars er lítið og einki broytt. Hølini eru sett í stand, gamaní, men virksemið – tað er her enn. Bygdarfólkið er her enn. Fyrstafloks fisk fært tú enn. Jú, søgan livir enn
---- her í pakkhúsinum úti á Gjógv.

Sí upprunabúmerkið
Fiskastykkið
Hug til ein betri bita? Á Fiskastykkinum er eitt sindur fyri øll. Fiskur, grønt og heimabakað breyð. Alt er gjørt frá grundini og við hjartanum. Umframt tað fært tú hvønn dag nýbryggjað kaffi og te og heimabakaðar kakur og dessertir.
