Væl gagnist

Á FISKASTYKKINUM er eitt sindur fyri øll. Fiskur, grønt og heimabakað breyð. Alt er gjørt frá grundini og við hjartanum. Umframt tað fært tú hvønn dag nýbryggjað kaffi og te og heimabakaðar kakur og dessertir.

Alt, sum vit borðreiða við, tekur støði í nærumhvørvinum. Tí, sum okkara forferdrar ótu – tí, ið var fyri hond, og sum havið og hagin kundi bjóða. Men lokala søgan spælir eisini inn: Tá Sandavágur fyri einari øld síðani gjørdist fiskivinnubygd og utflutti klippfisk, sum síðani bleiv tiltikin rávøra í miðalhavslondum. Okkara rættir eru sostatt ein 'fusión' millum staðbundið tilfeingi og altjóða matmentan.

á skránni  á skránni  á skránni  á skránni
SUMMARTÓNAR: Dania O. Tausen v/ bólki
8
June
2024
19:00
|
Kostnaður 100kr. Dania O. Tausen: Dania O. Tausen (sang, gittar), Ragnar Finsson (gittar, banjo, slagverk, kór), Elin Maria Hansen (bass, kór), Vár Miðberg (trummur, kór)
SUMMARTÓNAR: Dania O. Tausen v/ bólki
8
June
2024

SUMMARTÓNAR: Dania O. Tausen v/ bólki

19:00
|

Dania O. Tausen: Dania O. Tausen (sang, gittar), Ragnar Finsson (gittar, banjo, slagverk, kór), Elin Maria Hansen (bass, kór), Vár Miðberg (trummur, kór)

Price: 100DKK
Price: 100DKK

Fyri meira enn hundrað árum síðani

Fingu sandavágsfólk nýggjan vinnuveg. Tey turkaðu fisk, sum tey seldu til miðalhavslondini. Hvør útróðrarbátur ella slupp, ið fleyt, fór stimandi inn og út av vágni. Fiskurin varð fyst vaskaður og saltaður og síðani borin út á fiskastykkið at turka.

Og fiskastykkið var laðað við steinum, snøgt sum bakið á skjaldbøku, og gloppini millum steinarnar góvu góðan gjóstur. Brimið, ið brast inn í gjónna, bar saltan sjóráma við sær.Satt er, at uttan bygdarfólk og framfýsin vinnulívsfólk, var eingin klippfiskur at útflyta. Men tað vóru fyrst og fremst hesar serligu umstøðurnar á fiskastykkinum, ið gjørdu føroyskan klippfisk so væl umtóktan og eftirspurdan úti í heimi.

Og bygdarfólkið hevði úr at gera. Menn, kvinnur, børn – øll til arbeiðis. Og summi teirra eru til enn. Vit fáa hvønn morgun vitjan av frásøgufróðu Estrid, ið kemur av vana, tí hon arbeiddi her á yngri árum. Og Jóannes, sum stoytti handan stóra reyða málingablettin mitt á gólvinum. Og Dánjal Petur, ið minnist, tá hann og onnur sandavágsfólk ferðaðust suður til Bilbao, og hvussu tey royndu at betala sponskum taxa-sjaførum við føroyskum klippfiski.

Vinnur koma og fara. Hóast klippfiskur ikki verður virkaður til úti á Gjógv longur, so er í grundini lítið og einki broytt. Umhvørvið og hølini eru tey somu. Og um tú gevur tí gætur, so hoyrir tú enn søguna onkustaðni úr rúminum inni við síðuna av. Titandi fótafet. Glintandi búnýti. Virksemið er her enn. Bygdarfólkið er her enn. Og ikki minst – fyrstafloks fiskur og annað gott til matna.

Jú, FISKASTYKKIÐ er her enn.

Sessast

Vit hava opið

Mikudag - Sunnudag
12 - 16

Mikudag - Sunnudag
12 - 16

mikudag - hósdag
12-18

fríggjadag - leygardag
12-21

sunnudag
12-18

Eru tit fleiri enn 8 gestir, og í mesta lagið 10 gestir, kunnu tit bíleggja borð á +298 250600 ella fiskastykkid@fiskastykkid.fo