top of page
stykkið1.jpg

Fiskastykkið Úti á Gjógv í Sandavági varð grundlagt av Jegvani Eliasi Thomsen í 1912. Fiskastykkið og pakkhúsið vóru nýtt til at turka og pakka klippfisk, sum tá var stórsta útflutningsvøra í Føroyum. Útróðrarbátar avreiddu fiskin við brúnna inni í gjónni, og tá sluppirnar komu heim, varð fiskurin førdur í land við jaktum. Av brúnni varð fiskurin borðin niðan í fiskakjallaran, har hann varð vaskaður og saltaður. Síðani varð fiskurin borðin út á fiskastykkið, sum er laðað av gróti. Ójøvnu steinarnir og gloppini ímillum góvu passaligan gjóstur, soleiðis at fiskurin tornaði skjótari. 

Fiskastykkið Úti á Gjógv er nú endurbøtt og sett í sama stand, sum tað var fyri 100 árum síðani. Eisini eru gamal reiðskapur og myndir frá klippfiskatíðini at síggja í ovasta pakkhúsinum, sum nú er kafe við heitinum 'Fiskastykkið'. 

Kelda: Helgi Jacobsen

Handan Fiskastykkið

History

The fish drying area (fiskastykkið in Faroese) dates back to 1912 and is the basis of an old Faroese method of drying fish outside. The uneven stones and spaces between them allowed for air to flow freely, drying the fish efficiently. Both Faroese fishing boats and large sailing sloops offloaded their catch at the landing next to the fish drying area. The fish was then taken into the warehouse to be prepared for drying and placed out to dry on the stones. The fish drying area has now been restored to its original condition and looks as it did more than 100 years ago.

  • Instagram
  • Facebook
bottom of page